Ævintýr + ÚtferðIR
"It is not the mountains we conquer but ourselves" - kenda orðatakið hjá Sir Edmund Hillary hevur stóra og djúpa tídning - ikki bara tá tað kemur til fjallaklintring ella onnur sløg av ævintýrum, men í hvørjum einasta lívi. Tað magiska hendir jú uttan fyri vælveruøki sítt, og við mínum reportasjumyndum av ævintýrum og útferðum royni eg at fanga akkurát handan gandin ið sæst, tá ið fólk vaksa yvir sær sjálvum og uppliva nakað serstakt.



























































































