“At eiga so flottar myndir av okkara brúdleypi er ein íløga ið vit altíð verða glað fyri, og sum er verd so ómetiliga nógv.”

OFTA SETTAR SPURNINGAR

Hvat kostar tað at fáa AURA Myndir?

Eg arbeiði mest tímabaseraður, og tí kemur tað ann uppá vavið av uppgávuni og hvussu nógv tíð arbeiðið tekur.
--> Set teg í samband við meg og fortel um tínar ynskir, so skal eg geva tær eitt óbindandi tilboð.

Bjóðar tú pakkaloysnir?

Eftir mínum royndum eru ynskini frá kundum so ymisk, at tað loysir seg betur fyri kundan at kunna avtala og tilpassa vavið av veitingini heilt individuelt. Um talan er um eina størri veiting, so ber onkuntíð til at geva eitt sindur í avsláttri.
--> Set teg í samband við meg og fortel um tínar ynskir, so skal eg geva tær eitt óbindandi tilboð.

Hvat ger tínar myndir serligar?

Fólk siga, at eg dugi sera væl at fanga stemningin og tað sum ger eina løtu so serliga. Tað sigst at myndir mínar hava sál, og at tað ber til at føla upprunaliga ljómið sum løtan hevði við sær.
Eg royni at taka myndir bæði í breidd og í djúpi - t.v.s. frá generalla umhvørvi niður til lítlar detaljur -, og at fylgja við uttan at ávirka støðuna. At dokumentera, at fanga tað góða sum var, og við tí at varðveita minnir fyri komandi ættarlið.

Hvussu nógvar myndir fáa vit?

Tá talan er um tiltøk av einum ella øðrum slagi, fáa tit eina mongd av myndum hóskandi til vavið og tíðarskeiðið av veitingini. Tað kann ikki setast eitt presist tal á, tí eingin løta er líka. Minst eisini til, at fólk velja AURA MYNDIR ikki vegna mongdini men vegna góðskuni.
Tá talan er um einstøkar og redigeraðar myndir (t.d. í sambandi við portrettmyndatøkum), fáa tit akkurát tær myndirnar tit hava valt til tað.

Kunnu vit fáa ráu myndirnar ("raw files")?

Nei. Eg flýggi ongantíð rátt tilfar út. Hetta m.a., tí ein mynd blívur bert ein "AURA mynd" gjøgnum mítt serstaka redigeringsarbeiði. Ein rá fíla endurspeglar ikki mín list.

Tekur tú ímóti uppgávur kring alt landið?

Ja, sjálvandi kanst tú have meg at taka myndir kring allar Føroyar. Í føri at arbeiðsstaðurin er uttanfyri Tórshavnar kommunu, kann tað tó kosta eitt sindur eyka í ferðaútreiðslur/eyka tíð.

Kunnu vit bóka teg at taka myndir uttanlands?

Ja, eg tími væl at arbeiða allastaðnis í verðini og mín veiting er ikki avmarkað til Føroyar, um hædd verður tikin til at gjalda fyri ferðaútreiðslur og eyka tíð brúkt.
--> Set teg í samband við meg og fortel um tínar ynskir, so kunnu vit finna út av, hvussu vit kunnu gera tín dreym ella tína spennandi verkætlan til veruleikan.

Hvussu skjótt fáa vit okkara myndir?

Tað kemur eitt sindur ann uppá árstíð (er tað hásesong beint nú?), vavið og tíðarskeiðið av uppgávuni. Myndir av einum lítlum tiltaki kunnu vanliga leverast innan nakrar fáar dagar, meðan myndir av einum størri brúdleypi kunnu taka nakrar fáar vikur inntil tær eru klárar.
--> Set teg í samband við meg og fortel um tínar ynskir - tað ber altíð til at gera eina seravtalu um leveringstíð.

Hví skulu vit velja teg sum myndatakari?

Eg mæli til, at tit velja akkurát tann myndatakaran tess myndastíl tykkum dáma best. Myndir - serliga tá ið tað kemur til tídningarmikil tiltøk og hádagar - fæst ikki tiknar umaftur, og tí er umráðandi at varðveita løturnar á bestum hátti fyri at kunna vera glað fyri tær seinni - eisini eftir nógvum árum.
Hetta sagt, so royni eg altíð at hava gott samband við mínum kundum, og eg leggi dent á, at vit læra hvønn annan at kenna, serliga tá ið tað kemur til brúðarmyndir. Hetta fyri at skápa avslappandi og tryggar umstøður til myndatøkuna - nakað sum er viktigt fyri at kunna fáa persónligar og autentiskar myndir tiknar. Eg eri ikki so væl egnaður til anonymar og skjótar myndir: eg eri ikki bara ein maður við einum myndatóli, men síggi meg meira sum listafólk.

PRÍSIR


Allir prísir eru í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað.

Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og prentvillum.


Brúdleyp

Eg fari altíð at elska teg!

Getting ready/"first look" úr kr. 4000
Vígslan úr kr. 6500
Par-/Familjumyndir úr kr. 6500
Borðhald/Veitsla úr kr. 6500
Trash-the-dress úr kr. 4000

Barnadóp

Vælkomin, lítla!

Dópin úr kr. 4000
Familjumyndir úr kr. 2750

Konfirmatión

At siga ja til Guð.

Gúðstænastan úr kr. 5250
Portrettmyndir úr kr. 2750

Portrettir

Vís tína vakrastu síðu!

Headshots, Vakurleiki, Móti, ...

Upptøkan úr kr. 1250
Hvør valda redigeraða mynd úr kr. 750

Par- og trúlovingarmyndir

Muss og klemm og alt í senn!

Myndatøka úr kr. 4000

Familjumyndir

Heppin minnir, saman.

Myndatøka úr kr. 4000

Onnur tiltøk

Upplivingar at minna.

Tónleikur, Ítróttur, Ævintýr, Útferðir, Veitslur, ...

úr kr. 4000