Dátuverndarkunning


Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá ÍVF AURA MYNDIR at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglunum í dátuverndarlógini.


Nær viðger ÍVF AURA Myndir persónupplýsingar?

ÍVF AURA MYNDIR viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemi fyritøkkunna, undir hesum serliga at taka myndir.

Viðgerðin av persónupplýsingum fevnir í høvuðsheitum um kontaktdátur, teldubrævsamskifti og myndir. ÍVF AURA MYNDIR viðger ikki viðkvæmar upplýsingar.

ÍVF AURA MYNDIR savnar inn upplýsingar, tá ið:

  • tú hevur vent tær til ÍVF AURA MYNDIR við eini fyrispurningi persónliga ella umvegis telefon ella teldupost
  • tú hevur valt ÍVF AURA MYNDIR at taka myndir fyri teg
  • tú ert til staðar tá ið ÍVF AURA MYNDIR tekur myndir, t.d. á einum brúdleypi, konsert ella øðrum tiltaki
  • tú tekur niður myndir úr gallaríunum hjá ÍVF AURA MYNDIR


Endamálið við viðgerini av persónupplýsingum

ÍVF AURA MYNDIR skal ansa eftir, at viðgerð av persónupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógini. Endamálið við viðgerðini er at veita myndatøkutænastur, umframt annað virksemi í hesum sambandi.


Heimild fyri viðgerðini

ÍVF AURA MYNDIR viðger persónupplýsingar í sambandi við, at fyritøkan røkir tær uppgávur sum kunnu væntast av einum myndatakara.

Heimildin fyri viðgerðini av persónupplýsingum, sum fer fram, er

  • § 8, stk. 1, nr. 2: t.v.s., at viðgerðin er neyðug fyri, at kunna halda eina avtalu sum skrásetti sjálvur er partur í, ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá skrásetta er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin;
  • § 8, stk. 1, nr.. 8: t.v.s., at viðgerðin er neyðug fyri, at dátuábyrgdarin kann fylgja einum heimilaðum áhugamáli.


Víðarigeving

ÍVF AURA Myndir gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari, sum ÍVF AURA MYNDIR hevur savnað í sambandi við at reka virksemi fyritøkunna, tó verða ymiskar KT skipanir og tænastur brúktar, ið allar eru mettar vera tryggar eftir núverandi hugsan.


Pixieset

ÍVF AURA MYNDIR brúkir kanadiska fyritøkuna Pixieset sum veitari til at hýsa heimasíðuna og tilhoyrandi tænastur, so sum (kunda)myndabøkur. Netskipanir hjá Pixieset verður eisini brúkt til at umsita kundakontaktir, útboð, rokningar, v.m. Dátuverndarkunningin hjá Pixieset finst har: https://pixieset.com/privacy/


Dropbox

ÍVF AURA MYNDIR brúkir tænastuna av amerikansku fyritøkuni Dropbox, bæði í mun til trygg goymsla av dátum og fyri at útvega fílur til kundar. Dátuverndarkunningin hjá Dropbox finst har: https://www.dropbox.com/en/privacy


Google

ÍVF AURA MYNDIR brúkir tænastur av amerikansku fyritøkuni Google fyri teldupostsamskifti og kalendaraviðurskifti. Dátuverndarkunningin hjá Google finst har: https://policies.google.com/privacy


Adobe

ÍVF AURA MYNDIR brúkir forrit hjá amerikansku fyritøkuni Adobe fyri at arbeiða við myndum. Við hvørt verður eisini tilhoyrandi cloud tænastan brúkt. Dátuverndarkunningin hjá Adobe finst har: https://www.adobe.com/privacy/policy.html


Striking

ÍVF AURA MYNDIR hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða bert goymdar so leingi tað gevur meining við atliti at endamálinum við viðgerðini.


Rættindi hjá skrásetta

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini.

Rættindi í dátuverndarlógini eru hesi:

  • Rætturin til kunning í §§ 23-25
  • Rætturin til innlit í § 26
  • Rætturin til rætting í § 27
  • Rætturin til striking í § 28
  • Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29
  • Rætturin til dátuflutning í § 31
  • Rætturin til mótmæli í § 32-34
  • Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð

Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.

Um tú vilt gera ein ella fleiri av rættinum galdandi, skalt tú venda tær til ÍVF AURA MYNDIR, sí samskiftisupplýsingarnar niðanfyri.


Rætturin at taka samtykki aftur

Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga.

Um viðgerð av persónupplýsingum um teg í einum máli hjá ÍVF AURA MYNDIR er grundað á samtykki, kanst tú taka samtykki aftur við at venda tær til ÍVF AURA MYNDIR, sí samskiftisupplýsingarnar niðanfyri. 


Klaga til Dátueftirlitið

Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum, sum viðvíkur honum.

Metir tú, at ÍVF AURA MYNDIR ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 309100.


Samskiftisupplýsingar

ÍVF AURA Myndir er dátuábyrgdari fyri viðgerð, sum fer fram á ÍVF AURA Myndir.

ÍVF AURA MYNDIR

Dr. Kai Arzdorf
Í Lágni 15
100 Tórshavn
Føroyar

info@aura.fo
www.aura.fo
+298 912872


Farspor (Cookies)

Heimasíða okkara nýtir farspor (so-kallað "cookies"). Farspor eru stuttar tekstfílur ið tín kagi goymir á tínum eindi. Tey gera ikki fortreð á teldu og eru ikki virus; tey hjálpa við at gera veiting okkara brúkaravinaligari, meira effektiv og tryggari. Við einum modernum kaga kanst tú yvirvakja, avmarka ella forða fyri setuna av farsporum. Nógvir kagar kunnu setast soleiðis upp, at farspor verða sjálvvirkandi slett tá ið teir verða afturlatnir.

At avmarka brúk av farspor kann føra til avmarkað virkisføri hjá okkara heimasíðu. Setan av farsporum ið eru neyðug fyri at útinna elektronisk samskifti ella fyri at veita ávísan, ynsktan funktionalitet, fer fram við grundarlagi í heimildum lýstar niðanfyri, sí "Heimild fyri viðgerðini". Sum veitari av hesari heimasíðu hava vit rímligan áhug, at goyma farspor fyri at kunna veita okkara tænastur uttan teknisk brek og trupulleikar.