Eg eiti Kai.


AT FANGA STEMNINGSFULLAR MYNDIR ER MÍN PASSIÓN.

HJARTAPARTUR

Tað sigst, at tá ið man vitjar Føroyar, so blívur ein partur av hjarta sínum eftir. Soleiðis var í øllum førum hjá mær: tá ið eg kom til Føroya fyri fyrstu ferð í 2015, bleiv eg forelskaður - bæði í land og eina føroyska damu. Tvey ár seinni var at siga farvæl við Týskland og at byrja ein nýggjan kapittul av okkara lívi í Føroyum.


FØROYSKA SAMFELAGIÐ

Føroyar eru fantastiskar, og serliga um man brennir fyri at taka myndir. Náttúran er sjálvsagt stórfingin og loyvir at taka eitt óendaligt tal av flottum myndum, men eg hugsi eisini um ríku føroysku mentanina, og at samfelagið er so tætt: hetta loyvir at taka myndir ið hava meira sál og dýpd enn aðrastaðni í stórbýum, har lívið ofta er blivið meira anonymt.


MEIRA ENN MINNIR

Tá ið eg kom til Føroya, tók eg myndir undir navninum "PI PERFORMANCE Photography" ið var kveikt bæði av mínum bakgrundi sum støddfrøðingur ("PI") og mínum áhugi fyri konsertir og ítrótt ("PERFORMANCE"). Men aftaná eg havi búð her í fleiri ár, følti eg, at tíðin var komin at skifta navnið av myndaætlan mínari til eitt navn, ið betur hóskar til Føroyar og betur lýsir mín myndastíl: AURA MYNDIR. Tøknið hevur nógv broytt síðan eg byrjaði at taka myndir sum smádrongur, men hugsan er blivin tann sama: at fanga serligar løtur - og tað, sum ger hesar løturnar serligar -, í stemningsfullum myndum. Við AURA MYNDIR vil eg bjóða tykkum meira enn minnir.

01 / 08

ÚTGERð Í Heimsklassa

AURA Myndir brúkir bert besta útgerð sum kann fáast, og hetta fyri at veita tykkum myndir av allarbestu góðsku. Líkamikið um talan er um myndatól og linsur, ella um blitsljós og tilhoyr: hjá AURA Myndir fært tú sama uppliving sum í einari upptøku fyri tey stóru bløðini.