Útgávukonsert · NLH · 16. Oktobur 2026

Ein myndafrásøgn um eitt kvøld við Eivør - á pallinum og rundan um hann


Tað var útselt í Norðurlandahúsinum, tá Eivør helt útgávukonsert fyri sína nýggju plátu TUNGL. Eg avmyndaði fyrireikingarnar backstage, sjálva konsertina og løturnar aftaná.

I. Aðrenn Konsertina


Í forhøllini savnast gestirnir. Backstage verður gjørt klárt - við sminku, kaffi og eini løtu saman, áðrenn konsertin byrjar.

Eivør segði sjálv, at tað altíð er nakað eyka serligt at spæla heima, og at tað hevur nógv at siga fyri hana.

ii. Ljós og Røddir


Fínligu bogarnir og skiftandi ljósið skapa ein serligan stemning á pallinum. Eivør framførir saman við bólkinum og hinum sangarunum, meðan áhoyrararnir standa tætt framman fyri pallin.

Systrarnar Eivør og Elinborg Pálsdóttir í duett. Elinborg hevur givið út egnan tónleik síðani 2015 og skrivar sínar sangtekstir sum oftast á føroyskum.

III. Aftaná Konsertina


Konsertin er liðug, men kvøldið heldur fram. Backstage verður skálað, og í forhøllini er tíð til signering, heilsanir og prát.

Annika Hoydal og Eivør - tvær røddir úr hvør sínum ættarliði í føroyskum tónleiki.

Nøkur av teimum, sum stóðu í fremstu røð, høvdu eisini persónligar gávur við til Eivør.

Meira enn minnir.

Myndir og frásøgn: Kai Arzdorf / AURA MYNDIR


Takk til Eivør, SIgvør og øll rundan um konsertina fyri eitt gott kvøld.