G! Festivalur 2026 · 16.–18. juli 2026

Ein myndafrásøgn um, hvussu festivalurin kennist, tá tú ert lítil.


Hvat sæst, tá ið G! verður upplivað úr barnahædd? Ikki bara pallin og tey stóru nøvnini, men eisini armbondini, glitrið, vatnið, bíðirøðini, bomm og tær smáu løturnar, har børnini gera festivalin til sín.

Henda myndafrásøgnin fylgir ikki einum einstøkum barni; nógv ymisk børn bera søguna – frá fyrstu fyrireikingunum til náttin tá festivalurin er liðugur.

I. At koma inn í festivalin

Glitur, armbond og fyrstu stigini inn í ein annan heim.


Festivalurin byrjar, áðrenn pallurin sæst. Við fyrireikingum, glitri í hárinum, armbondum og væntan – og síðani við einari gongd gjøgnum portrið, har gerandisdagurin verður lagdur afturum.

Inni á økinum lata sandin, pallar, spælipláss og mannamúgvan upp – og børnini finna skjótt sínar egnu leiðir gjøgnum alt.

Fyri børnini er festivalurin ikki fyrst og fremst ein skrá. Hann er ein røð av litum, ljóðum og støðum, sum skulu uppdagast.

Í frásøgnini Lítla skrímsl vendi Eivør sær beinleiðis til børnini. Tey vóru ikki bara áskoðarar, men ein sjónligur partur av tí, sum hendi á pallinum. Seinni um kvøldið kemur Eivør aftur – tá í einum heilt øðrum ljósi.

Hjá G! liggur spæliplássið beint við síðuna av pallinum. Børnini hvørva ikki burtur frá festivalinum, men hava sítt egna rúm mitt í øllum — og uppliva G! á sín egna hátt.

ii. At gera G! til sítt

Vatn, bløðrur, litir, gløs og tað, sum kann keypast fyri egnar pengar.


Eftir eina løtu er festivalurin ikki longur ókendur. Børnini finna sínar egnu leiðir: tey hoppa, svimja, lata seg mála, finna vinir og savna gløs. Tað, sum fyri vaksin er ein tónleikafestivalur, verður hjá teimum eitt stórt spælipláss við egnum reglum.

Heitu pottarnir á sandinum – og túrurin út í kalda sjógvin aftaná – eru ein serstakur partur av G! og eitt spælipláss í sær sjálvum. Her renna tónleikur, summarfrí, rørsla og fjørður saman á ein hátt, sum tú neyvan finnur aðrastaðni.

Litir, glitur og leikur gera festivalin til meira enn tónleik. Fyri børnini verður G! eisini eitt rúm at royna seg, spæla og broytast eitt lítið sindur.

Gløsini hava eisini fingið sítt egna lív millum børn og ung. Fyri hvørt glas, sum verður latið inn, fáa tey 10 krónur. Gløsini verða skjótt til høgar stabbar – og panturin til eitt sindur av egnum pengum at brúka á festivalinum.

III. Tá Dagur verður til nátt

Børnini hvørva ikki, hóast festivalurin broytir skap.


Seinnaparturin verður til kvøld, og kvøldið verður til nátt. Pallarnir lýsa upp, mannamúgvan verður tættari, og børnini verða lyft upp fyri at síggja. Tey klappa og dansa – inntil kroppurin sigur frá, at nú er nóg mikið.

Um dagin stóð Eivør á pallinum saman við børnunum. Um kvøldið kemur hon aftur við Clickhaze: sama rødd og sami staður, men eitt annað ljós og ein onnur orka. Soleiðis verður dagurin bundin saman – ikki sum ein festivalur fyri børn og ein annar fyri vaksin, men sum ein og sama uppliving, bara úr ymiskari hædd.

Tá ljósini vikna og kvøldið gerst kvirrari, kemur møðin. Skjótt eru bara sporini eftir: sandur í klæðunum, glitur í hárinum og armbandið enn um hondliðið – og eitt barn, sum sovnar, áðrenn bilurin er komin heim. Festivalurin er liðugur fyri hesa ferð, men upplivingin situr eftir.

Meira enn minnir.

Myndir og frásøgn: Kai Arzdorf / AURA MYNDIR

G! Festivalurin 2026


Við tøkk til G! fyri akkrediteringina og fyri frælsið at arbeiða við hesi frásøgn.